Talan er um ein dag, fyri heimabúgvandi pensjónistar, ið búgva í teimum trimum kommununum, Nes, Sjóvar,- og Runavíkar kommunu, pensjonistarnir hava møguleika at luttaka í einum stuttligum og virknum degi, har lið kappast ímóti hvørjum øðrum.
Kappingarnar verða ymiskar og fjølbroyttar, men endamálið er fyrst og fremst at fáa ein góðan og stuttligan dag saman. Nakrar uppgávur verða loystar í felag sum lið, meðan aðrar krevja, at ein á liðnum roynir seg, meðan hini stuðla.
Tey sum luttaka fara millum annað at royna at sláa seym, minnast ymisk ting, kasta og lofta – og sjálvandi verður eisini ein stuttlig stafett.
Ábit verður á middegi og vinnandi liðið verður kosið.









