- Vit halda ofta, at vit vita, hvat eggjar fólki: Meira trýst, betri løn, fleiri karakterir, strangari reglur. Men hvat um nógv av hesum í veruleikanum hevur mótsætta ávirkan? Hvat um tað, vit halda virkar, í roynd og veru dregur orkuna og gleðina úr okkum?
Í fyrilestrinum “The (Well-Known) Secrets of Human Motivation: What Really Helps People Thrive” fer Richard M. Ryan at lata upp fyri júst hesum spurningum. Við støði í áratíggju av gransking – millum annað arbeiði við hansara ástøði Self-Determination Theory – vísir hann, hvat veruliga fær menniskju at trívast og mennast.
Til fyrilesturin fer Richard M. Ryan at avdúka svarið til spurningar sum:
• Hví halda summi fram við at vera motiverað, meðan onnur brenna út?
• Hvussu ávirka afturboðan, kapping og leiðsla okkara hugflog og arbeiðsgleði?
• Eru tað felags menniskjaligir tørvir, sum stýra okkum – ella er tað mentanin rundan um okkum?
Fyrilesturin við Richard M. Ryan verður ikki bert á einum ástøðiligum plani. Við fyrilestrinum kemur Richard M. Ryan eisini við ítøkiligum ráðum, sum tú kanst brúka beinleiðis heima, í arbeiði, í skúlanum, í ítrótti og í uppalingini av børnum. Tú fert at skilja, hví kenslan av vali, førleika og at hoyra til er lykilin til varandi motivatión og trivnað.
Skráin fyri dagin í Norðurlandahúsinum:
Skrá:
• 08.30–09.45: Tina Brandt – Autonomi, kompetence og samhørighed – fundamentet for motivation hos børn i vuggestue og børnehave.
• 09.45–10.15: Kaffisteðgur
• 10.15–11.30: Louise Klinge – Hvordan skaber vi en skole, der styrker alle børns motivation og får dem til at blomstre?
• 11.30–12.30: Miðmáli og omaná frá tita.fo
• 12.30–14.00: Dr. Richard Ryan – The (Well-Known) Secrets of Human Motivation: What Really Helps People Thrive
• 14.00–14.30: Q&A with Dr. Richard Ryan
Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi og víst verður til heimasíðuna - www.salarfrodi.fo - har meira er at lesa.









