Iran vil sleppa kjarnorkuvápnum

- Tað hastar ikki hjá mær. Spakuliga, men sikkurt trúgvi eg, at vit fáa tað, vit vilja hava - um ikki, verður tað á ein annan hátt, sigur Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at Iran nú gongur við til krøvini hjá USA um, at Iran ikki fer at menna kjarnorkuvápn.

 

- Eg havi fingið eina trygd fyri, at landið ikki fer at menna kjarnorkuvápn, og hetta er ógvuliga áhugavert, sigur Donald Trump.

 

Hetta segði forsetin í samrøðu við Fox News leygardagin.

 

Iran hevur ferð eftir ferð víst aftur, at landið hevur sum mál at menna kjarnorkuvápn, og stríð stendur um ríkan av urani.

 

Seinastu tíðina hava útsagnirnar úr USA og Iran ofta verið mótstríðandi, og mangt bendir á, at londini framvegis eru ósamd um avgerandi viðurskifti í einari møguligari friðaravtalu.

 

Amerikanski forsetin hevur yvir eina longri tíð hidið uppá, at ein avtala landanna millum er beint fyri stavn.

 

Men, í sanrøðu við Fox News kann lesast millum reglurnar, at USA eisini umhugsar aðrar møguleikar at fáa Iran at ganga við til eina semju.

 

- Tað hastar ikki hjá mær. Spakuliga, men sikkurt trúgvi eg, at vit fáa tað, vit vilja hava - um ikki, verður tað á ein annan hátt, sigur Donald Trump.