Tað merkir, at talið av deyðum er komið upp á 11 fólk, skrivar Reuters.
Vanlukkan hendi týsdagin, tá ein stórur tangi við hvítum lút kollapsaði á pappírsvirkinum í býnum Longview. Fyrst vórðu tvey fólk staðfest deyð, meðan níggju onnur vóru saknað.
Seinastu dagarnar hava serútbúnir sløkkiliðsmenn og dronur leitað í leivdunum á virkinum, og nú eru øll tey saknaðu funnin.
Tangin hevði umleið 3,4 milliónir litrar av hvítum lúti, sum verður brúktur í framleiðslu av pappíri. Eftir óhappið stóðst ótti um dálking av bæði luft og drekkivatni.
Kanningar vísa, at kemikaliið rann út í ánna Columbia River, men sambært staðbundnum myndugleikum eru eingi tekin um heilsuskaðiligar avleiðingar hvørki fyri luftgóðsku ella drekkivatnið í økinum.
Pappírsvirkið er í dag á japanskskum hondum hjá Nippon Paper Industries.










