Ein bilførari, sum koyrdi í einum Audi RS3, er máldur fyri at koyra heili 287 kilometrar um tíman í einum 130-øki á motorvegnum A40 í Fraklandi.
Franska løgreglan sigur, at hetta er mesta ferð, sum tey nakrantíð hava mált á einum motorvegi í landinum.
Løgreglan sigur, at tá mátitóllið kann hava eitt sonevnt feilprosent, er ferðin, sum bilførarin koyrdi, sett niður í 272 kilometrar um tíman.
Í mun til grannalandið Týskland, kunnu bilførarar í Fraklandi ikki koyra júst tað, sum teimum lystir á nøkrum av motorvegunum í landinum.
Hetta forðaði tó ikki bilføraranum, sum franska løgreglan tók, at koyra 287 kilometrar um tíman.
- Ferðhámarkið á motorvegnum var 130 kilometrar um tíman, men bilførarin í sínum Audi RS3 varð máldur at koyra meira enn tvífalt so skjótt.
Sagt verður, at ein bilurin av hesum slag hevur eina toppferð á 250 kilometrar um tíman, men onkur serútgáva kann koyra heilt uppí 290 og 296 kilometrar um tíman.
Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun og millum miðarnar, sum endurgeva søguna úr Fraklandi, er eitt nú www.tv2.no










