Hundraðtals handtikin eftir PSG-sigur

Meira enn 280 fólk vórðu handtikin í Paris í gjárkvøldið, eftir at Paris Saint-Germain hevði vunnið Champions League fyri annað árið á rað.

Ein bilur stendur í ljósum loga í Paris, meðan PSG-fjepparar hátíðarhalda Champions League-sigurin. Meira enn 280 fólk vórðu handtikin í franska høvuðsstaðnum. (Mynd: Lou Benoist/Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir franska innlendismálaráðið sambært AFP.

Stórar mannamúgvur savnaðust í franska høvuðsstaðnum at hátíðarhalda sigurin hjá PSG á Arsenal í Champions League-finaluni, men fleiri staðni kyknaði ófriður.

Løgreglan nýtti táragass móti fólkamongdunum, og sambært AFP vórðu tilsamans 416 fólk handtikin kring Frakland.

Samanstoytir vóru millum annað kring leikvøllin hjá PSG í vestara parti av Paris, har meira enn 40.000 áskoðarar fylgdu finaluni á stórskíggja.

Franskir myndugleikar høvdu fyrireikað seg væl til kvøldið og høvdu sent 22.000 løgreglufólk út um landið, harav 8.000 vóru í Paris.

Á Champs-Élysées-breytini savnaðust umleið 20.000 PSG-viðhaldsfólk. Flestu hátíðarhildu friðarliga, men skaðar vórðu kortini framdir á fleiri bilar og handlar.

Sambært løgregluni vórðu seks akfør og tvey handilshøli skadd.

Í fjør doyðu tvey fólk, og nærum 200 vórðu særd, tá PSG vann Champions League á fyrsta sinni.

PSG vann finaluna móti Arsenal eftir brotssparkskapping. Dysturin endaði 1-1 eftir vanliga og longda leiktíð.

 

Ein bilur stendur í ljósum loga í Paris, meðan PSG-fjepparar hátíðarhalda Champions League-sigurin. Meira enn 280 fólk vórðu handtikin í franska høvuðsstaðnum. (Mynd: Lou Benoist/Ritzau Scanpix)