Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg hava vunnið seg til FINAL FOUR í EHF European League.
Viborg tapti fyrr í dag á útivølli í seinnu fjórðingsfinaluni 26-32 fyri Rapid Bukarest, ið var á odda 13-11 í steðginum.
Viborg hevði lukkutíð vunnið fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 35-26 (19-14). Tað gav Viborg ein samlaðan 61-58 fjórðingsfinalusigur.
FINAL FOUR verður í eysturríkska býnum, Graz vikuskiftið 16. og 17. mai.
Í dag var Jana effektiv. Hon skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Jana legði eisini upp til eitt mál (assist), og vann í tí eina førinum bóltin frá álopinum hjá Rapid Bukarest.











