hesa vikuna verða øll eggjað at taka eina bók í hond, og seta seg at lesa saman við ella fyri børnunum, makanum, starvsfeløgunum og grannanum.
Í skúlum verður skipað fyri ymiskum lesiátøkum
- Vit hava móðurmálsdag í dag, og í staðin fyri bara at halda sjálvan móðurmálsdagin, hava vit valt at seta dagin á breddan í eina heila viku. Vit hava kunnað skúlar og stovnar í góðari tíð, um tey vildu vera við, og tað hevur lukkast væl, tað sigur Eilen Anthoniussen, samskipari hjá Føroyar lesa.
Fleiri skúlar hava valt at leggja dent á lesing hesa vikuna. Hvønn dag verður tíð sett av til lesing og at søguupplestur. Næmingarnir hava egnar bøkur við og læna bøkur á bókasavninum, og tað dáma teimum væl. Næmingarnir kunnu hava bamsur, koddar, og teppir við, soleiðis at løtan tá lisið verður gerst hugnalig.
Onkrir skúlar hava skipað fyri lesibólki, í lesibólkunum kunnu næmingarnir hittast í skúlanum, aftaná skúlatíð og lesa saman. Fyri at varpað ljós á lesifestina, hevur Føroyar lesa vitjað ein lesibólk í Eysturskúlanum í Havn, sum hevur nøkur ár á baki. Hetta eru starvsfólk í skúlanum, sum hava savnað seg í lesibólk. Eisini hava tey tosað við børn í Klaksvík, sum hava gjørt ein lesibólk.
- Vit hava bara fingið jaligt at vita um Lesifestina, og at skúlar hava valt at seta hetta á skrá, sigur Eilen Anthoniussen.
At móðurmálsdagurin er 25. mars, hóskar væl til slík átøk við lesing, tí júst tíðina undan páskum, leggja fleiri skúlar serligan dent á lesing, og tað hava teir gjørt í fleiri ár.
- Hetta er ein góð árstíð. Vit fáa ikki flutt dagin, men vit fáa gagnnýtt hann væl.











