Tað sigur ein talsmaður fyri japansku stjórnina sambært AFP.
74 ára gamli Paul Watson varð handtikin í Grønlandi í juli í fjør við støði í einum japanskum handtøkuboðum.
Hann varð varðhaldsfongslaður í fongslinum í Nuuk í meira enn fýra mánaðir, áðrenn danska løgmálaráðið avgjørdi ikki at útflýggja hann til Japan í desember.
Týsdagin avgjørdi Interpol at avtaka reyða fráboðan móti honum.
Lesið eisini: Fíggindi Føroya í skjótt 40 ár
Málið millum Japan og Watson stavar frá 2010, tá Watson sambært japanskum myndugleikum hjálpti til við at skaða eitt hvalaveiðuskip og forða hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.
/Ritzau/