Tað var einastandandi at hoyra Jóannes Eidesgaard í Breddanum, tí ferð aftaná ferð verður staðfest, hvat hansara egentliga agenda er: At geva Sambandsflokkinum skyldina fyri allar heimsins trupulleikar.
Hann harmast um, at man ikki tók ímóti “smash upplegginum” frá Mette Frederiksen, sum hann pástendur at vera eitt upplegg um loysing. Men tá hann verður spurdur av journalistinum, hví man ikki handlaði í 2023, so kann hann bara geva núverandi landsstýrismanni í uttanríkismálum skyldina. Ikki táverandi landsstýrismanni, neinei – man má ikki tosa ringt um Tjóðveldi, hóast tey tá eins og vanligt eru handlingslamin.
Men tað, sum man serliga eigur at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki fisk! Tískil er tað burturvið, at Jóannes Eidesgaard pástendur, at tað vil geva okkum frían mobilitet av okkara fiskavørum í ES, um vit gerast limur av EFTA, tá EBS-avtalan ikki umfatar fisk!
Harafturat eru Noreg og Ísland okkara kappingarneytar, sum ikki vilja hava okkum at gerast partur av EFTA.
Illusjónin hjá Jóannes Eidesgaard er, at einki ber til uttan loysing. Men pessimisma gevur okkum ikki betri handilstreytir.
Visjónin hjá hesi samgonguni er at betra um handilssambondini hjá Føroyum – og tað gera vit við ella uttan politiskar viðmerkjarar.
Samband er slett ikki so ringt, serliga tá tað snýr seg um handil - men luftkastellir frá loysingarvonginum kunnu vit ikki brúka til nakað.
Johan Dahl










