Jógvan Hansen gevur nýggjan sang út

Jógvan Hansen hevur innspælt føroyska týðing av íslendskari vøgguvísu

Væl umtókti poppsangarin Jógvan Hansen hevur úgivið nýggjan sang.

 

Hesa ferð bjóðar Jógvan upp á eina bleyta, men samstundis kraftmikla tónleikauppliving, har hansara vælkenda og kensluborna rødd verður flættað saman við meistaraligum harmoniku- og bratsjspæli.

 

Sangurin, sum ber heitið "Hvørt lítið fet”, er ein vælkend og høgt elska íslendsk vøgguvísa.

 

Íslendska nobelskaldið Halldór Laxness hevur skrivað tekstin, og Jón Norðdal hevur gjørt lagið. Upprunaliga skrivað til sjónleikin "Silvurmánið" frá 1954, sum var fyrsti leikur í tá nýggja Tjóðleikahúsinum í Reykjavík. Í leikinum er tað Lóa, unga mamman við vøkru røddini, sum syngur fyri nýfødda barni sínum. Hetta er undir kalda krígnum, og tað hevur við sær stúranir fyri framtíðini, sum tíverri eisini merkja okkara tíð.

 

Hans Hjalti Skaale hevur týtt tekstin til føroyskt. Jógvan og Hans Hjalti hava seinnu árini samstarvað um fleiri sangir, eitt nú "Niðri á sandi", sum hevur verið sera nógv spældur og væl dámdur.

 

– Hetta lagið merkir nakað heilt serligt fyri meg. Eg havi arbeitt leingi saman við Matta Kallio við at finna rætta ljóðið, og eg gleði meg ótrúliga nógv til at deila tað við føroyingar og øll onnur, sum lurta, sigur Jógvan Hansen.

Sangurin kann hoyrast her:

 

##med2##