Svanhild Madsen sett í starv sum móttøkufólk

Sum móttøkufólk verður hon eitt av teimum fyrstu andlitunum, sum borgarar og vitjandi hitta, tá tey venda sær til kommununa

Í juni byrjaði Svanhild Madsen i starvi sum móttøkufólk á kommunuskivstovuni hjá Sunda kommunu.

 

- Svanhild er 42 ár, búsitandi á Oyri. Hon hevur skrivstovuútbúgvin innan almenna fyristing frá Haderslev kommunu. Eisini hevur hon nógvar royndir innan skrivstovu, bæði hjá tí almenna og privata. 

 

Í Sunda kommunu siga tey, at í starvinum sum móttøkufólk verður Svanhild eitt av teimum fyrstu andlitunum, sum borgarar og vitjandi hitta, tá tey venda sær til kommununa.

 

- Hon fer millum annað at taka ímóti borgarum, svara telefonum og hjálpa til við ymsum fyrisitingarligum uppgávum.

 

Í Sunda kommunu ynskja tey Svanhild Madsen hjartaliga tillukku við starvinum og vælkomna á kommunuskrivstovuni.