Ukraina hevur lopið á níggju russisk skuggaskip í nátt

Kelda til tíðindini er Robert Brovdi, sum er leiðari fyri ukrainsku dronu-deildini

Ukrainskar dronur hava lopið á níggju skip, sum hoyra til sonevnda russiska skuggaflotan.

 

Álopini vórðu framd í nátt í Azovhavinum, sum liggur innanfyri Krim-hálvoynna.

 

Kelda til tíðindini er Robert Brovdi, sum er leiðari fyri ukrainsku dronu-deildini, og hetta skrivar hann á Telegram.

 

Azovhavið er líka sum buktin innast í Svartahavinum - ella innanfyri Krim, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014.

 

Hetta sjóøkið hevur havt stóran strategiskan týdning í krígnum millum Russland og Ukraina.

 

Men, hetta er ikki einasta ukrainska álopið á skip í russiska skuggaflotanum.

 

Í gjár segði Ukraina, at landið hevði lopið á átta slík tangaskip í sama havøki, har álopini eisini vóru í nátt.

 

Skuggaskip eru skip, sum sigla við olju fyri Russland.

 

Russland brúkar hesi skip, sum ofta eru gomul, í royndini at sleppa uttan um evropeisk revsitiltøk.

 

Lesið eisini: Russar berjast við bensinpumpurnar

 

https://www.in.fo/news-detail/russar-berjast-vid-bensinpumpurnar