VIDEO: Soleiðis vann Víkingur Reykjavík á ungarsku meistarunum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Víkingur Reykjavík-Györ 1-0 (0-0)

Gunnar Vatnhamar skuldi ígjár av røttum byrja inni í fyrra Champions League undankappingardystinum hjá Víkingi Reykjavík móti ungarsku meistarunum, Györ.

 

Men beint undan dystarbyrjan bleiv Gunnar skaddur í upphitingini, og tí mátti Sveinn Gísli Þorkelsson traðka til sum avloysari.

 

Tað gjørdist tó eitt gott kvøld hjá heimaliðnum á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Víkingur vann dystin 1-0 við einum sigursmáli Nikolaj Jacobsen stútaði í netið aftaná ein returbólt í 91. minutti.

 

Komandi týskvøld klokkan 18 spælir Víkingur Reykjavík returdystin móti Györ í ungarska summarhitanum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Víkingi Reykjavík á Györ:

 

##med2##