Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein trukkur var koppaður á Vónini í Fuglafirði.
Boðini vóru, at førarin, sum koyrdi, tá óhappið hendi, var sloppin úr aftur trukkinum.
- Sjúkrabilur, arbeiðs-og brunaeftirlit og løgreglan vórðu send á staðið, og maðurin varð fluttur á sjúkrahús.
Vakleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin hevði fingið onkrar snuddir, men løgreglan veit ikki, hvussu álvarsligur skaðin var.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, var talan ikki um lívsvanda, sigur vaktleiðarin.











