Johan Dahl spyr um Tesla-skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

 

Spyrjari:  Johan Dahl, løgtingsmaður

 

Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Evni:  Vantandi nýtsla av nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi

 

Spurningar:

 

  1. Fyriliggur ein ítøkilig verksetingarætlan fyri at taka í nýtslu nýggja MR-skannaran í Klaksvík?
  2. Hvat er status við at fáa útbúgvið fólk til at brúka MR-skannaran í Klaksvík til tað, hann skal og kann nýtast til?
  3. Hví eru tær mannagongdir, sum nú verða eftirlýstar í sambandi við prostataútgreining, ikki klárar - vitandi um í longri tíð, at skannarin var á veg?
  4. Nær kunnu prostataskanningar gerast í Klaksvík?

 

Viðmerkingar:

 

MR-skannarin, eisini nevndur Tesla-skannarin, bleiv 21. mai í ár klárur at taka í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Løgtingið hevur játtað pening til uppseting av skannaranum og til upplæring av starvsfólkunum fyri at hava neyðugu útbúgvingina og vitanina, sum skal til fyri at brúka nýggja skannaran, t.d. gera radiografar til sonevndar superbrúkarar av skannaranum.

 

Knappliga hoyrist alment, at einir 28 persónar skulu til Danmarkar í næstum til prostataútgreining - talan er er útgreining, sum nú kann gerast í Føroyum við nýggja MR-skannaranum.

 

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, leggur seg ikki út í málið og sigur, at avtalan er, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum úttalar seg um málið í fyrstu syftu. Og sjúkrahússtjórin sigur, at tey enn ikki eru klár til prostataútgreiningar o.a. Læknaserfrøðingurin Jóhan Poulsen, urologur, undrast og vísir á, at Tesla-skannarin kundi verið tikin í nýtslu beinanvegin til prostataútgreiningar, og at longu í dag verða skannaramyndir sendar til Danmarkar at kannast.

 

Viðkomandi er at fáa at vita, hví skannarin ikki kann brúkast soleiðis sum ætlað, tí tað er kostnaðarmikið at senda sjúklingar til útlandið til kanningar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Á Løgtingi, 7. juni 2024

 

 

 

Johan Dahl