Jonhard prædikar á ólavsøku

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku.

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika føroyinga. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

 

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

 

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku. Í ár er tað Jonhard Jógvansson, ið stendur á odda fyri gudstænastuni, skrivar folkakirkjan.fo.

 

Jonhard varð prestvígdur í dómkirkjuni í Helsingør hin 13. mai 2018. Eitt ár seinni, hin 23. juni 2019, varð hann skipaður í embætið sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, ið fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskála, Oyrarbakka, Oyri, Gjógv og Funning. 

 

 Vit ynskja Jonhardi gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag, skrivar biskupur á folkakirkjan.fo.