– Tað kann vera sera vandamikið at kasta kavabløk ímóti bilum, tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn og vísir á eina hending í Leirvík í gjárkvøldið.
– Har vóru nøkur ung, sum kastaðu kavabløk eftir einum bili. Eitt kavablak rakti so meint í forrútin, at rúturin brotnaði. Í bilinum var eitt pinkubarn, men tað hendi tíbetur eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin, sum tí heitir á foreldur um at siga børnum sínum, hvussu álvarsamt tað er at kasta kavabløk eftir bilum.
Nógv sláa tað upp í glens, tá løgreglan boðar frá hesum og siga, at børn eru børn og at hetta eru bara barnalótir.
Men kavabløk eru ymisk, og tey kunnu vera so hørð, at tey gera stóran skaða á bilarnar. Annar vandi er, at tað kann hvøkka bilførarin, og tá kann lættliga ganga galið.
Eingin er tikin fyri hendingina í Leirvík í gjárkvøldið klokkan gott hálvgum tíggju. Men fleiri ung folk sóust renna av staðnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.










