Herovastin er ikki einsamallur. Eg hugsi, at øll á ráðstevnuni eru samd um, at Russland er størsta hóttanin móti frælsa heiminum. Tí er evnið á trygdarráðstevnuni: “Europe and NATO: Relieable Resilience – Credible Deterrence”, sum kann umsetast til “Álítandi mótstøðuføri – Sannførandi ræðan”.
Harðrenda og aggresiva russiska innrásin í Ukraina er besta dømi um tað. Kríggið er tó ikki avmarkað til Ukraina. Kríggið er eitt stríð um virði, sum fer langt út um landoddarnar í Ukraina. Tað er eitt stríð um, hvørt einaræði, kúgan og ræðsla skal vinna á fólkaræði, frælsi og áliti.
Tí er kríggið ikki bert eitt stríð hjá ukrainum. Tað er okkara stríð. Og vit hava øll skyldu til at gera alt tað, vit eru ment at vinna kríggið. Fyri Ukraina, fyri okkum og fyri frælsa heimin.
“Sovereignty is not a slogan”
Eg havi, sum tjóðveldiskvinna, eitt brennandi ynski um, at Føroyar skulu gerast ein sjálvstøðug tjóð, ein suverenur statur. Eg kann tí ikki taka undir við, at vit, sum einasta land í vesturheiminum, samstarva á stjórnarstigi við stýrið hjá Putin.
Maðurin, sum ikki virðir landamørk og suverenar statir, men við kúlum og bumbum roynir at leggja landaøki inn undir seg. Maðurin, sum við misinformatión, ávirkingarkampanjum, ótta og hybridum álopum roynir at skapa split og ótta í okkara parti av heiminum. Maðurin, sum áhaldandi brýtur allar altjóða reglur og avtalur. Maðurin, sum fyrireikar seg og er førur fyri at leypa á NATO í 2029. Ja, um bara 3-4 ár.
Tí var orðingin “Sovereignty is not a slogan” eisini nevnd fleiri ferðir á ráðstevnuni. Suverenitetur er ikki eitt tómt eiti ella eitt slagorð. Tað er sjálv grundskipanin, sum vit byggja okkara heimsamfelag á. Tað er grundarlagið undir fólkarættinum, sum tryggjar, at ongin statur skal kunna gera seg inn á ein annan stat.
Hvussu kann man samstarva við ein mann, sum ikki virðir fólkarættin og grundleggjandi mannarættindi?
Tað kemur ein tíð, tá ið Putin vónandi hevur tapt kríggið. Hvar standa vit tá? Vit, sum við opnum eygum valdu at samstarva við hendan mannin?
1.344 dagar
Í dag eru 1.344 dagar – næstan fýra ár – síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Í 1.344 dagar hava ukrainar barst fyri sítt land. Fyri frælsi og fólkaræði hjá teimum og okkum øllum.
Frælsi heimurin brúkar ófatiligar upphæddir upp á at stuðla Ukraina í krígnum. Tí vit vita, at tapir Ukraina kríggið, so tapa vit øll.
Frælsi heimurin veit eisini, at Putin hevur ongar ætlanir um at steðga í Ukraina, men fyrireikar seg til at fara enn longur. Tí brúka okkara samsintu ómetaliga nógvar pengar uppá trygd og verju. Ikki bara fyri teirra skyld, men fyri okkara skyld.
Eisini í Norðuratlantshavi, heima hjá okkum, vil Russland ráða. Tí síggja vit regluligar NATO-venjingar í Føroyum og íløgur í trygd og verju um okkara leiðir. “The North Atlantic is a lifeline for our collective defence”, “Norðuratlantshavið er ein lívlína fyri okkara felags verju”, varð sagt á ráðstevnuni, og tí er neyðugt at “Protect the Atlantic, Protect the Alliance”, altso at “verja Atlantshav, verja Samgonguna (NATO)”.
Eftir russiska álopskríggið á Ukraina hava NATO-londini bundið seg til at brúka 5% av BTÚ uppá verju í 2035. Fleiri av okkara samsintu røkka málinum langt áðrenn, tí hóttanin frá Russlandi er so ítøkilig. Beint her. Beint nú.
Í vikuskiftinum bleiv ein jarnbreyt í Pólandi sprongd í luftina. Í gjár vóru álop so langt vesturi í Ukraina, at Póland mátti senda flogfør út at verja egið loftrúm. Og um okkara leiðir fyrireikar Bretland í skrivandi stund hernaðarlig tiltøk mótvegis einum russiskum njósnaraskipi, sum ikki virðir bretska sjómarkið norðan fyri Skotland.
Í Føroyum svara 5% av BTÚ til uml. 1,5 milliardir krónur. Men meðan vit í Føroyum verða vard av NATO, bjóða vit russiskum skipum í okkara sjóøki og í okkara havnir. Fyri nøkur fá túsund tons av toski í Barentshavinum, sum vit fáa í býti fyri nógvar ferðir fleiri tons av uppsjóvarfiski í okkara øki. Tað er púra burturvið!
Eg vil ikki gera avtalur við despotin, Putin. Eg vil ikki hava russisk skip í føroyskum sjóøki. Og eg vil slett ikki síggja russisk skip í føroyskum havnum.
At steðga samstarvið við Russland er gott fyri Ukraina, gott fyri frælsa heimin og ikki minst gott fyri okkum føroyingar og Føroyar!
Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi











