KIRKJUBØLIST Í ARGJA KIRKJU!?!

ER KANSKA PARTUR AV VERKÆTLANINI?

 

ARGJA KIRKJA Í KIRKJUBØHAGA: Sambært matrikkulnumrunum hoyra Argir til Kirkjubøhaga. M.a. tí man tað vera natúrligt, at kirkjubøfeðgarnir fáa ein listarligan leiklut, nú nýggj kirkja skal smíðast á Argjum. 

ARGJASMIÐIRNIR: Tiltiknu “grótmenninir” á Argjum vóru eisini dugnaligir jarn- og træsmiðir. Teir plagdu viðhvørt at fara til Kirkjubøar at hjálpa til við ymiskum handaligum arbeiði. Nú hevði kanska verið hóskandi at fingið hegnismenn úr Kirkjubø til Argja í sambandi við list í komandi Argja kirkju.

 

Argir, tríeindardag 2024

 

Við kirkjulistarkvøðu

 

Eyðun á Borg