Sunda kommuna er víðfevnd, og tí verður skipað fyri tilsamans átta borgarafundum kring um í bygdunum í heyst - heilt úr Hósvík, har hin fyrstu fundurin verður og norður til Gjáar

Kommuna fer at hava átta borgarafundir í ár

Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram

Sunda kommuna er víðfevnd, og tí verður skipað fyri tilsamans átta borgarafundum kring um í bygdunum í heyst - heilt úr Hósvík, har hin fyrstu fundurin verður og norður til Gjáar

Sunda kommuna byrjaði í fjør at hava árligar borgarafundir runt í ymisku bygdunum.

 

- Nú eru dagfestingar settar á borgarafundirnar í 2026, og byrjað verður í Hósvík komandi mikukvøld klokkan 20.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan í fjør skipaði fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi.

 

Fundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan fekk bæði rís og rós.

 

Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram.

 

- Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá býráðnum, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Nú eru dagfestingar og tíðir settar á borgarafundirnar fyri 2026:

 

19. august: Bygdarhúsið, Hósvík

20. august: Dúvugarðar, Saksun

26. august: Við Margáir, Hvalvík og Streymnes

27. august: Bygdarhúsið, Tjørnuvík

21. oktober: Eydnan, Oyri, Oyrarbakki og Norðskála

11. november: Avhaldshúsið, Haldórsvík

12. november: Skúlin, Langasandur

18. november: Bygdarhúsið, Gjógv

 

Allir borgarafundirnir byrja klokkan 20, og allir borgarar í Sunda kommunu eru hjartaliga vælkominir.

 

 

 

 

 

Sunda kommuna er víðfevnd, og tí verður skipað fyri tilsamans átta borgarafundum kring um í bygdunum í heyst - heilt úr Hósvík, har hin fyrstu fundurin verður og norður til Gjáar