KÍ, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevði Nicolai Christensen millum stólparnar, er á veg av Argjum við 4-3 sigri, nú punktum er sett fyri 19. umfar í Meistaradeildini. Hetta var so dramatiskt og hendingarríkt, sum tað neyvan hevur verið í nøkrum øðrum dysti í landskappingini higartil í ár.
Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er trý stig frá toppliðnum NSÍ. Í 20. umfari hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík.
Inntil tað restaðu átta minuttir var AB frammanfyri 3-2. KÍ venjarin Magnus Powell hevði frammanundan skift millum annað Jonn Johannesen og Dávid Reynheim inn, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu tvey tey síðstu málini, ið bóru við sær, at KÍ framvegis er við í FM kappingini.
KÍ venjarin skifti spælskipan og spenti álopsbogan heilt í botn, og tað eydnaðist at javna til 3-3 og at skora 4-3 sigursmálið. Dávid Reynheim javnaði við rimmar langskoti, tá ið átta minuttir vóru eftir. Uppleggið átti eisini innskifti Oussama Ali, sum beinanvegin eftir steðgin avloysti Filip Brattbakk. Og tað var innskifti Jonn Johannesen, sum skoraði sigursmálið, tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina. Uppleggið átti Deni Pavlovic, sum tá ið ein tími var farin, avloysti skadda Gilla Rólantsson Sørensen.
-Hetta vísir, at hópurin er breiður hjá okkum, og at vit vísa styrki og áhaldni, hóast tað sær svart út, staðfesti innskifti Jonn Johannesen, sum skoraði 4-3 sigursmálið.
-Nú flyta vit fokus fult og heilt á avbjóðingina í Europa, sum verður í Klaksvík hóskvøldið, og so verður tað eftir dystin hóskvøldið, at vit fara at hugsa um toppdystin ímóti NSÍ.
AB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir um, at tað heldur ikki í kvøld eydnaðist at vinna og í hvussu so er at fáa stig ímóti KÍ. Fyrr í ár javnaði KÍ til 1-1 á Argjum við síðstu atsóknini av øllum, og í kvøld megnaði AB, eftir at hava verið aftanfyri 2-0, at svara aftur og leggja seg á odda 3-2., áðrenn alt síðstu løtuna fór fyri bakka.
Árni Frederiksberg átti bæði uppleggini í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ legði seg framum 2-0. Í fyrra førinum var tað eftir innlegg úr høgru, at Erlend Hustad við høvdinum stýrdi bóltin í málið, og so var tað eftir rimmar fríspark úr høgru, sum Árni Frederiksberg tók sær av, at Páll A. Klettskarð setti krúllin undir bóltin.
Tá sá tað út til, at talan fór at vera um ikki so tungt kvøld á Argjum hjá KÍ, sum hóskvøldið aftur skal í europeiska eldin. Men soleiðis varð tað ikki.
Bjarki C. Nielsen minkaði sjey minuttir undan steðginum um munin eftir innlegg úr høgru frá Ragnari Skála, og Obule Sunday Moses javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki til 2-2 við fínum skoti av brotsteigarmarkinum eftir sending frá Jens Eriki Bruhn.
So sóu klaksvíkingarnir troyttir út, og AB spældi seg til fleiri heilt stórar møguleikar. Brian Jakobsen misnýtti heilt stutt úr málinum, og 13 minuttir undan leikloki stýrdi hann bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Lucas Thorstensen.
3-2 til AB, sum av álvara var á sigurskós. Men so vísti KÍ ófatiliga styrki og svaraði aftur og vann 4-3 og varðveitir møguleikan at vinna FM.











