Ríkisleiðarar og kongalig úr minst 30 londum eru komin til norska høvuðsstaðin í sambandi við statsjarðarferðina hjá Haraldi kongi.
Úr Danmark koma Frederik kongur og Mary drotning, Christian krúnprinsur og Benedikte prinsessa.
Íslendski forsetin Halla Tómasdóttir og maður hennara, Björn Skúlason, eru eisini millum gestirnar. Úr Finnlandi koma Alexander Stubb forseti og kona hansara, Suzanne Innes-Stubb.
Svenska kongshúsið er væl umboðað. Carl Gustaf kongur og Silvia drotning koma saman við Victoriu krúnprinsessu og Daniel prinsi, Carl Philip prinsi og Sofiu prinsessu og Madeleine prinsessu og manni hennara, Christopher O'Neill. Ulf Kristersson forsætisráðharri er eisini við.
Millum aðrar ríkisleiðarar eru ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, týski samveldisforsetin Frank-Walter Steinmeier, pólski forsetin Karol Nawrocki og Maia Sandu, forseti í Moldova.
Kongalig koma eisini úr eitt nú Belgia, Niðurlondum, Spania, Luksemborg, Monaco, Jordan, Japan og Liechtenstein.
Bretland verður umboðað av William prinsi og Anne prinsessu, meðan Felipe kongur og Letizia drotning koma úr Spania. Úr Niðurlondum koma Willem-Alexander kongur og Máxima drotning umframt Beatrix prinsessa og Catharina-Amalia prinsessa.
Umframt ríkisleiðarar og kongalig eru ein røð av sendiharrum, politikarum, sjónleikarum, ítróttarfólkum og øðrum kendum fólkum boðin við til jarðarferðina.
Statsjarðarferðin byrjar í Oslo dómkirkju klokkan 12 føroyska tíð.
Keldur: Ritzau, VG, NRK, TV 2 Norge og NTB










