Krúnprinsurin er nú studentur

Krúnprinsurin er liðugur við próvtøkuna á Ordrup Gymnasium og er harvið vorðin studentur.

Christian krúnprinsur hevur havt sína síðstu próvtøku og er nu studentur frá Ordrup Gymnasium. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Christian krúnprinsurin er liðugur við studentspróvtøkuna á Ordrup Gymnasium.

Tað skrivar danska Ekstra Bladet.

Tað er ikki alment kent, hvat krúnprinsurin ætlar sær eftir studentspróvtøkuna. Hann hevur sjálvur sagt í DR sendingini »En kongelig rejse«, at hann gleðir seg at skulu gera hertænastu.

Krúnprinsurin byrjaði studentarútbúgvingina á Herlufsholm, men flutti til Ordrup Gymnasinum í 2. g. Tað hendir, eftir at ein dokumentarur hjá TV 2 avdúkaði eina mentan við harðskapi og happing á kostskúlanum.

FríðrikuR kongur varð studentur frá Øregaard Gymnasium í 1986. Har skoraði hann sambært Ekstra Bladet eitt nýggju tal eftir gamla skalanum í dosnkum, sum var síðsta próvtøka hansara.

Joaachim prinsur gjørdist studentur sama dag sum stóribeiggin. Hann fekk karakterin 11 í síni endaligu próvtøku í donskum, skrivar Ekstra Bladet.

 

##med2##

Christian krúnprinsur fylti 18 ár í oktober. Tað var hann tilnevndur til ríkisforstandari.

Sum ríkisforstandari kann krúnprinsurin taka sær av kongsins skyldum sum ríkishøvur, um ongi bert frá eitt nú tí hann er uttanlands.

Bæði Fríðrikur kongur og Joachim prinsur hava havt sína starvsleið innan danska herin.

/ritzau/

 

Christian krúnprinsur hevur havt sína síðstu próvtøku og er nu studentur frá Ordrup Gymnasium. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Krúnprinsurin byrjaði studentarútbúgvingin á Herlufholm, men flutti til Ordrup Gymnasium í 2. g. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix