Kyndilsmenn á veg til Norður Makedonia

Kyndilsmenn eru í kvøld á veg til Norður Makedonia, at luttaka í eini vinarkapping, sum komandi dagarnar verður spæld í Ohrid, í Norður Madedonia.


Kappingin er m.a. liður í at fyrireika seg til komandi kappingarár, og fóru menn væl upplagdir og spentir avstað til longu ferðina í morgun. 

Tá tað varð greitt at kyndilsmenn vórðu deildarvinnarar og seinni føroyameistarar, kom innbjóðing frá fyriskiparanum av kappingini, borgarstjóranum í Ohrid, umvegis Dánjal Paula Davidsen, til Kyndil um at luttaka sum gestir í kappingini. 

Kappingin er frá 19. - 23. august.

Hetta er ein sera sterk kapping við liðum, sum eru von at luttaka í Champions League og Evropa league. 

Nevnast kann at Vardar 1961 vann Champions League í 2017 og í 2019. Í fjør leikti Eurofarm Pelister í Champions league bólkaspælinum.

Hetta eru bólkarnir til kappingina:

Bólkur A: Kyndil, GRK ohrid (Norðurmakedonia), Partizan (Serbia) og Nexe (Kroatia)

Bólkur B: Vardar 1961 (Norðurmakedonia), Eurofarm Pelister (Norðumakedonia), Dinamo Pancevo (Serbia) og Trimo Trebjne (Slovenia).

Innleiðandi bólkaspæl er frá 19.-22. august, og so er plaseringsdystur 23. august.

Fyrsti dystur hjá Kyndli er 19. august ímóti vertunum GRK Ohrid.

Dystirnir verða stroymdir. Leinkja til stroyming kemur seinni og verður løgd her. 

Vit ynskja monnunum góða eyðnu, og eru sera takksom og fegin um, at vit sleppa at royna okkum ímóti teimum heilt stóru stjørnunum. 

Takk fyri møguleikan og stóra fyrireikingar arbeiði Dánjal Pauli Davidsen og Skil Ung.