Ein lækni játtaði seg í dag sekan í at hava veitt amerikanska sjónleikaranum Matthew Perry rúsevnið ketamin, áðrenn hann doyði.
Tað veit Reuters at siga frá.
Salvador Plasencia, lækni, er eitt av fimm fólkum, sum eru skuldsett fyri deyða Perry.
Eingin teirra er dømdur enn.
Plasencia játtaðí seg sekan í samveldisdóminum í Los Angeles. Hann kann fáa upp til 40 ára fongsulsrevsing við dóminum, sigur ákæruvaldið sambært tíðindastovuni.
Læknin játtaði seg sekan í fýra ákærum um ólógliga at hava veitt av ávísingarheilivágin.
Undir játtanini viðgekk hann at hava sproytað Perry við ketamin vikurnar frammanundan deyða sjónleikarans. Tað sigst hava verið bæði heima hjá Perry og á einum parkeringsplássi í Santa Monica og uttan nakrar læknaligar orsøkir til tað.
Ein annar lækni, sum eitur Mark Chavez, sum eisini er skuldsettur í málinum, játtaði seg sekan í oktober í fjør. Chavez viðgekk her, at hann seldi ketamin til Salvador Plasencia, sum seldi tað til Perry og til hjálparan hjá Perry.
Sambært AFP seldu teir ketaminið til Perry fyri ein prís, sum varð munandi uppblástur.
- Eg undrist á, hvussu nógv hesin idioturin fer at gjalda, skrivaði Plasencia í sms-boðum til Chavez um Perry, vísa rættarskjøl sambært Reuters.
54 ára gamli Matthew Perry, kendur fyri sín leiklut sum Chandler Bing í sjónvarpsrøðini " Friends", doyði í oktober 2023.
Hann druknaði í baðikarinum eftir at hava mist vitið orsakað av millum annað at hava tikið ketamin.
Ketamin er eitt hallucinogent og pínustillandi evni, sum í høvuðsheitum verður brúkt sum doyvingarevni til størri djór í sambandi við skurðviðgerðir.
Tað kann eisini brúkast sum medisin til menniskju til at viðgera akutta, álvarsliga pínu.
/Ritzau/