Tað skrivar Kringvarpið.
Málið snýr seg um eina kvinnu og ein mann, sum vórðu dømd í Føroya rætti í oktober í fjør. Kvinnan fekk trý ára fongsulsrevsing, meðan maðurin fekk fýra ár.
Sambært Kringvarpinum kom kvinnan til Føroya við Norrønu 27. juli í fjør, og rúsevnini vóru goymd í bili hennara.
Maðurin kom til Føroya við flogfari fáar dagar seinni, 31. juli.
Seinni, í desember í fjør, varð ein ungur maður dømdur til fýra ára fongsul fyri at hava skulað tikið ímóti rúsevnunum í Føroyum.
Øll trý kærdu dómin til landsrættin, men Eystari landsrættur staðfesti í gjár dómarnar hjá Føroya rætti.
Fólkini hava noktað seg partvíst sek í málinum, skrivar Kringvarpið.










