Russland fær bert 1.500 tons av makreli í altjóða sjógvi

Russland fær bert 1.495 tons av makreli í altjóða sjógvi í ár. Tað hevur strandalandasamstarvið NEAFC avgjørt, skrivar Kringvarpið.

Avgerðin stendur í stórari andsøgn til russisku kvotuna. Russland hevur nevniliga av sínum eintingum tillutað sær sjálvum 67.548 tons av makreli, svarandi til 22,5 prosent av tilmæltu heildarkvotuni.

 

Sambært Kringvarpinum var tað ES, sum legði uppskotið fram um at avmarka russisku kvotuna til 1.495 tons.

 

NEAFC hevur harumframt samtykt, at russisk makrelskip ikki skulu fáa tænastur frá limalondunum, eitt nú bunkring ella umskiping.

 

ES, Bretland og Ísland vilja ganga enn longur og ætla eisini at seta somu avmarkingar í gildi í egnum sjóøki – ikki bara í altjóða sjógvi.

 

Russland hevur mótmælt avgerðini, men sambært Kringvarpinum koma tiltøkini í gildi 28. august.