Leitaðu eftir smádreingi í Klaksvík

- Drongurin, sum ikki býr í Føroyum, varð funnin aftur nærindis Apotekinum, og hann hevði tað gott, sigur vaktleiðarin

 

Seinnapartin í gjár leitaðu fólki í Klaksvík eftir einum seks ára gomlum smádreingi, sum tey avvarðandi saknaðu.

 

- Vit fingu eina fráboðan klokkan 14.37 um, at drongurin var saknaður, har hann hevði verið úti og spælt, og tá hevði hann verið saknaður síðan klokkan 14.15.

 

Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Løgreglan fór á staðið, har smádrongurin hevði verið, og tá vóru onnur fólk eisini í holt við at leita í grannalagnum.

 

- Klokkan gott 15 fingu vit boð um, at drongurin varð funnin nærindis Apotekinum í Klaksvík, og at hann hevði tað gott.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at drongurin, sum ikki býr í Føroyum, síðan slapp at spæla við dreingirnar aftur, sum hann hevði verið saman við.

 

Hin seks ára gamli hevði eftir øllum at døma bara gjørt sær ein lítlan avstingara, men hetta tørnaði tíbetur alt væl út.