Leivur Mortensen var toppskjútti hjá HF Karlskrona

Liðið hjá Leivi Mortensen og Tróndi Mikkelsen vann seg trygt víðari í steypakappingini

Mynd: HF Karlskrona

Leivur Mortensen, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona spældu í kvøld seinnu sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti Anderstorp úr triðbestu deildini.

 

HF Karlskrona, ið spælir í bestu svensku deildini vann greitt 33-23. Í steðginum var Karlskrona bert á odda við einum máli, 16-15. Tað hoyrir tó við til søguna, at Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og trý av teimum sótu í netinum.

 

Karlskrona vann fyrra dystin móti Anderstorp á útivølli 34-25, og teir vunnu sostatt ein samlaðan 67-48 sigur.

 

Leivur Mortensen (myndin) var saman við Arnór Viðarssyni toppskjútti hjá Karlskrona. Teir skutu sjey mál hvør. Tróndur skoraði trý mál. 

 

Enn er ikki greitt hvørjum HF Karlskrona møtir í áttandapartsfinalunum. 

 

Mynd: HF Karlskrona