Línuskipini brúkiligan fiskiskap í føroyskum sjógvi

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey nógvan útróður í næstu viku, og útróðrarbátar hava góðan fiskiskap

Í løtuni fiska níggju frystilínuskip í føroyskum sjógvi. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at ísfiskalínuskipið er norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski og koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Streymurin verður brúkiligur, men hann harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður hampiligt ein part av vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey nógvan útróður, og útróðrarbátar hava góðan fiskiskap í løtuni.