Grønlands Politi kannar nú eitt illgrunasamt deyðsfall í Maniitsoq, har ein 29 ára gomul kvinna doyði sunnudagin, og í hesum sambandi er ein maður handtikin

Løgreglan kannar illgrunasamt deyðsfall í Maniitsoq

Sunnumorgunin fekk Grønlands Politi eina fráboðan um, at ein 29 ára gomul kvinna var deyð á sjúkrahúsinum í Maniitsoq

Grønlands Politi kannar nú eitt illgrunasamt deyðsfall í Maniitsoq, har ein 29 ára gomul kvinna doyði sunnudagin, og í hesum sambandi er ein maður handtikin

Grønlands Politi hevur handtikið ein mann í samband við, at ein kvinna doyði í grønlendska býnum, Maniitsoq, í gjár.

 

Løgreglan lýsir deyðfallið sum illgrunasamt.

 

Tað var sunnumorgunin klokkan 07.27, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein 29 ára gomul kvinna var deyð á sjúkrahúsinum í Maniitsoq.

 

– Við atliti til umstøðurnar hevur løgreglan sett eina kanning í verk og hevur í hesum sambandi handtikið ein mann í málinum.

 

Tað upplýsir virkandi løgreglukommiserurin, Johannes Lyberth, í tíðindaskrivi. 

 

Grønlands Politi vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, nú kanningararbeiði er sett í verk.

 

- Tey avvarðandi hjá deyðu kvinnuni hava fingið fráboðan um hendingina, leggur Grønlands Politi aftrat.

 

 

 

Grønlands Politi kannar nú eitt illgrunasamt deyðsfall í Maniitsoq, har ein 29 ára gomul kvinna doyði sunnudagin, og í hesum sambandi er ein maður handtikin