Tað skrivar Tórshavnar kommuna:
Nógv fólk í bygdini nýttu høvið til at heilsa upp á borgarstjóran og tosa um leyst og fast.
Dagurin byrjaði við, at umboð fyri kommununa gingu runt í bygdini saman við umboði fyri staðbundnu nevndina. Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er um at gera nakað við.
Millum annað varð hugt eftir fríøkinum, veitunum og brandhúsinum. Eisini vórðu viðurskifti sum gøtur, benkur, ruskinnsavnan, útstykking og ferðafólk umrødd.
##med2##
Sveinur Zachariasen úr staðbundu nevndini greiddi frá
Seinnapartin høvdu fólk á Velbastað so møguleika at hitta borgarstjóran, og nógv fólk brúktu høvið til at koma inn á gólvið til eitt prát.
Millum so mangt annað annað bleiv tosað um bussleiðina og um gøtulyktir, røkt av bygdini, ferðafólk og ferðslu.
Ein góður dagur, har borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta.
Ætlanin er at gera fleiri slíkar dagar, har borgarstjórin fer at flyta sína skrivstovu út í bygdirnar í kommununi.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















