Løkke og Lund Poulsen hava avgerandi fund um stjórn

Formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, og formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, hava í morgin ein avgerandi fund um skipanina av nýggjari danskari stjórn.

Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen hava fríggjadagin avgerandi fund um skipanina av nýggjari danskari stjórn. (Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Troels Lund Poulsen, sum er kongaligur kanningarleiðari, skrivar á Facebook, at hann framvegis arbeiðir fyri at skipa eina VLAK-stjórn saman við Venstre, Liberal Alliance og Konservativu.

 

Fundurin verður hildin á hotellinum Scandic Spectrum í Keypmannahavn klokkan 16.30 fríggjadagin.

 

Moderaterne hava avgerandi atkvøðurnar í samráðingunum um nýggja stjórn, men Lars Løkke Rasmussen hevur áður gjørt greitt, at hann ikki er serliga hugtikin av einari reinari borgarligari VLAK-stjórn.

 

Kortini hevur hann enn ikki alment sagt, at flokkurin fer at seta seg ímóti einari slíkari stjórn.

 

Troels Lund Poulsen sigur, at Danmark hevur tørv á einari stjórn, og at tað nú er tíð at seta politikk fram um persónar.

 

Hann heldur ikki, at ein stjórn tvørtur um miðjuna saman við Javnaðarflokkinum hevði megnað at ført ein nóg framskygdan búskaparligan politikk.

 

 

 

Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen hava fríggjadagin avgerandi fund um skipanina av nýggjari danskari stjórn. (Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)