Við 48 liðum og 104 dystum var væntað, at málmetið frá HM í Katar í 2022 fór at verða tikið. Tað hendi longu, áðrenn bólkaspælið var liðugt. (Mynd: Lisi Niesner/Reuters)

Málmet longu sett til HM-endaspælið

HM-endaspælið í fótbólti 2026 hevur longu sett nýtt met fyri flest mál í einum HM-endaspæli.

Við 48 liðum og 104 dystum var væntað, at málmetið frá HM í Katar í 2022 fór at verða tikið. Tað hendi longu, áðrenn bólkaspælið var liðugt. (Mynd: Lisi Niesner/Reuters)

Metið varð sett, tá amerikumaðurin Auston Trusty skoraði til 1-0 móti Turkalandi longu í triðja minutti av dystinum í nátt føroyska tíð.

Tað var mál nummar 173 í endaspælinum. Harvið varð gamla metið á 172 mál frá HM í Katar í 2022 tikið.

Metið kemur tó ikki óvæntað. HM-endaspælið er í ár víðkað úr 32 upp í 48 lið, og talið av dystum er vaksið úr 64 upp í 104.

Tá málmetið varð sett, vóru bert 59 dystir spældir av teimum 104, sum eru á skránni.