Uppskotið er partur av einum størri nýskipanarpakka, sum stjórnin hjá Friedrich Merz hevur lagt fyri týska samveldistingið.
Endamálið er at minka um høgu sjúkufráveruna í Týsklandi. Verður uppskotið samtykt, skulu starvsfólk ikki longur kunna boða frá sjúku uttan at hava verið hjá lækna longu fyrsta dagin.
Sjúkufráveran í Týsklandi er vaksin nógv seinastu árini. Fyrr í ár vísti ein kanning, at týskarar í miðal eru sjúkir 19,5 dagar um árið. Í 2018 var miðaltalið umleið 13 dagar. Sambært Deutsche Welle er sjúkufráveran nú ein av teimum hægstu í Evropa.
Uppskotið hevur tó fingið harða mótstøðu frá týsku fakfeløgunum.
Forkvinnan í IG Metall, Christiane Benner, sigur sambært tíðindastovuni dpa, at stjórnin hevur gingið ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum á møti á ein ósosialan hátt.
Hon heldur eisini, at aðrir partar av nýskipanarpakkanum eru eitt álop á rættindini hjá løntakarum. Millum annað ætlar stjórnin at geva arbeiðsgevarum størri møguleikar at seta fólk í tíðaravmarkað størv.
– Misálit á starvsfólkini og fleiri tíðaravmarkaðar setanir skapa ikki búskaparvøkstur, sigur Frank Werneke, formaður í tænastufakfelagnum Verdi.
/Ritzau/










