Tað upplýsir norska kongshúsið í einum tíðindaskrivi.
Sambært leiðaranum á lungnadeildini á Rikshospitalinum í Oslo, Are Holm, er heilsustøðan hjá krúnprinsessuni góð eftir umstøðunum.
Næstu seks mánaðirnar skal Mette-Marit í endurvenjing og verða fylgd neyvt, tí vandi framvegis er fyri, at kroppurin vrakar nýggja lungað ella at hon fær álvarsligar infektiónir.
– Gongur alt væl, tekur tað ofta umleið eitt ár, áðrenn støðan verður meira støðug, sigur Are Holm.
Tann 6. juli almannakunngjørdi norska kongshúsið fyrstu myndina av Mette-Marit eftir skurðviðgerðina. Har sat hon saman við krúnprinsi Haakon og fylgdi við, tá Noreg hevði spælt seg í HM-fjórðingsfinaluna í fótbólti.
Sambært norska miðlinum VG var hon tá framvegis innløgd, men hevði fingið loyvi at fara úr sjúkrahúsinum í stutta tíð.











