Tað avdúkar danska útvarpsstøðin Radio IIII.
– Eg eri stoltur av, at floksformaður mín torir at vera erligur um sína fortíð og er sinnaður at viðganga og angra síni mistøk. Eg stuðli honum fult og heilt.
Soleiðis bað Liberal Alliance síni fólkatingsvalevni svara, um tey ikki kundu sleppa undan spurningum frá pressuni um kokain-nýtsluna hjá formanninum Alex Vanopslagh.
Hetta veit RADIO IIII at siga út frá einum innanhýsis telduposti, sum er stílaður til valevni floksins, sum nú útihýsta fólkatingsvalevnið, Martin Mickey Pedersen, hevur deilt við okkum, skrivar Radio IIII.
Í teldupostinum, sum byrjar við “kæru fólkatingsvalevni”, stendur, at talan er um eina “stutta kunning um, hvussu eitt valevni skal svara útsøgnini, sum Alex kom við í gjár viðvíkjandi kokaini.”
– Málið fær longu fjølmiðlaumrøðu, so tað er eingin orsøk hjá tær at geva tí meira umrøðu sum valevni fyri Liberal Alliance. Tað kann vera freistandi at geva títt egna persónliga sjónarmið í málinum sum stuðul til Alex, men umhugsa í staðin at stuðla tí í viðmerkingarpartinum á uppslagnum hjá Alex á Facebook ella Instagram.
Í teldupostinum skrivar LA víðari, at tað er “eingin orsøk at halda lív í málinum við at geva samrøður, hóast nógvir journalistar helst fara at spyrja”:
– Sólbjørg og nøkur fá onnur hava gjørt samrøður – lat okkum halda tað soleiðis. Um journalistar seta seg í samband við teg, kanst tú bara vísa teimum til tíðindadeildina hjá Liberal Alliance.
At enda í teldupostinum fáa valevnini sera nágreinilig boð um, hvat tey skulu svara pressuni, um tey “ikki sleppa undan at svara”:
– Og um tú ikki sleppur undan at svara – ella fært spurningin í einum kjaki – so brúka hesa linjuna:
“Eg eri stoltur av, at floksformaður mín torir at vera erligur um sína fortíð og er fúsur at viðganga og angra síni mistøk. Eg stuðli honum fult og heilt.”
Fyrr í dag hevur B.T. greitt frá, at fólkatingsvalevnið hjá Liberal Alliance, Martin Mickey Pedersen, er útihýstur úr flokkinum “orsakað av hansara útsøgn í B.T.”
Hetta hendi, eftir at hann mánadagin alment fanst at Alex Vanopslagh fyri at hava tikið kokain sum floksformaður.
Stutt eftir var Martin Mickey Pedersen tó í fjølmiðlunum og segði, at hann nú hevði fingið munnkurv frá flokkinum.
Nú kann RADIO IIII avdúka, hvussu skrivstovan hjá Liberal Alliance á Christiansborg gav sínum fólkatingsvalevni boð um at handfara fjølmiðlarnar, um tey vórðu spurd um kokainmálið hjá Vanopslagh.
RADIO IIII roynir at fáa eina viðmerking frá Liberal Alliance.











