Valúrslit: Skaale eltir Breckmann

Sjúrður Skaale kann við afturvali á fólkatingsvalinum gerast tann føroyski fólkatingsmaðurin, sum hevur sitið longst á fólkatingi.

Tað skrivar varurslit.fo, sum hevur granskað fólkatingsvalini síðani 1998:

 

Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum er stóri maðurin í føroyskari fólkatingssøgu. Í seks fólkatingsvalskeið og samfull 17 ár upp í slag umboðaði Óli Breckmann Fólkaflokkin á Christiansborg.

 

Nú hevur Sjúrður Skaale møguleikan at gera honum kynstrið eftir. Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum hevur higartil røkt sessin í sløk 15 ár.  Verður Sjúrður valdur týsdagin 24. mars, so er tað fimtu ferð, at hann verður valdur á fólkating, og hann kann í komandi valskeiði eisini gerast tann føroyski fólkatingsmaðurin, sum hevur sitið longst.

 

Úr Tjóðveldi í Javnaðarflokkin

 

Sjúrður Skaale varð fyrstu ferð valdur á fólkating í 2011. Nakrar fáar vikur undan valinum í 2011 skifti hann flokk, úr Tjóðveldi til Javnaðarflokkin. Tríggjar ferðir stillaði hann upp til fólkatingsval fyri Tjóðveldi. Í 2011, tá hann varð valdur fyrstu ferð við 1.541 persónligum atkvøðum, segði hann við Sosialin:

 

”Hetta er sensationelt, og eg eri púra tikin av fótum. Hetta hevur verið ein turbulent tíð hjá mær, tí tað hevur eitt keðiligt stríð, sum eg havi verið ígjøgnum. Úr einum flokki upp í ein annan, og vit hava havt konfliktir, og nøkur persónlig viðurskifti, ið hava verið ávirkað av politiskum stríði. Tað er sum at hava verið í einari sentrifugu, og tá man lendir á beinunum er tað fantastiska stuttligt.”

 

Persónliga undirtøkan fyri Sjúrði Skaale er økt á hvørjum fólkatingsvali, síðani hann fyrstu ferð varð valdur:

 

2011: 1.541

 

2015: 2.495

 

2019: 3.337

 

2022: 3.806

 

Breckmann stóra undirtøku

 

Óli Breckmann varð fyrstu ferð valdur á fólkating í 1984 við 1.141 persónligum atkvøðum. Á fleiri fólkatingsvalum var hann tann stóri atkvøðuslúkurin:

 

1984: 1.141

 

1987: 3.681

 

1988: 3.146

 

1990: 2.978

 

1994: 2.875

 

1998: 3.980

 

Á fólkatingsvalinum í 2001 fekk Óli Breckmann 2.329 atkvøður, men varð ikki afturvaldur.

 

“Líka síðan vit fóru í núverandi samgongu (fullveldissamgonguna), havi eg havt ein varhuga av, at tað ikki fór at vera lætt hjá okkum at varðveita sessin í Fólkatinginum,” segði hann valkvøldið.

 

Fleiri valdir fimm ferðir

 

Óli Breckmann var valdur seks ferðir á fólkating, og verður Sjúrður Skaale valdur á fólkating tann 24. mars, so verður tað fyri fimtu ferð, at hann verður valdur. 

 

Í seksti-, sjeyti- og áttatíárunum var stutt millum fólkatingsvalini. Fleiri ferðir vóru fólkatingsseturnar ikki longri enn tvey ár. Fýra aðrir politikarar eru valdir á fólkating fimm ferðir. Teir fýra eru:  

 

Johan M. Fr. Poulsen (1950, 1953*, 1957, 1960 og 1964)

 

Peter Mohr Dam (1950, 1953*, 1964, 1966 og 1968)

 

Jóhan Chr. Nielsen (1960, 1971, 1973, 1975 og 1977)

 

Pauli Ellefsen (1977, 1979, 1981, 1984 og 1988)

 

* Árið 1953 er serstakt í fólkatingssøguni, tí danir eru tvær ferðir á fólkatingsvali hetta árið, men føroyingar eru bara ta einu ferðina. Til seinna fólkatingsvalið komu boð úr Føroyum um, at bara tvey valevni stilla upp, og tað vóru teir báðir, Johan Martin Frederik Poulsen og Peter Mohr Dam, sum vóru valdir fyrr um árið. Les meira um friðarvalið í 1953 her.