Sambært AFP vóru tríggir aðrir synir hjá Ali Khamenei til staðar við hátíðarløtuna, sum er partur av eini vikulangari jarðarferð. Khamenei, sum stýrdi Iran í 37 ár, varð dripin í loftálopum hjá Ísrael og USA 28. februar.
Undan bønunum helt skaldið Mohammad Rasouli røðu, har hann sambært AP rópti «deyði yvir USA» og «deyði yvir Ísrael». Hann segði eisini, at heimurin ikki longur var eitt gott stað fyri amerikanska forsetan Donald Trump, og spurdi, hví Trump framvegis livdi.
Vegna hitabylgju, har hitin væntast at fara upp um 40 stig, verða tey syrgjandi javnan sproytað við vatni.
Jarðarferðin heldur fram við líkfylgi gjøgnum Teheran í morgin. Síðani verður kistan flutt til Qom og seinni til Najaf og Karbala, áðrenn Ali Khamenei verður jarðaður hósdagin í heimbygd síni.











