Hóast ivi var um, hvussu veðrið fór at vera nýggjársaftan, so hildu vágbingar, at ættin var góð, og at tað ofta áður hevur verið so, at veðrið ikki hevur verið av tí besta, men tá tað hevur nærkast miðnátt nýggjársaftan, so hevur ein skái verið.
Hetta hevur fingið summi at halda fyri í skemti, at helst er Guð minst hálvur vágbingur.
Nýggjárshaldið í Vági 2025-26 gjørdist onki undantak. Fremsta nýggjársbygd í Føroyum helt nýggjár, so sum siðvenja hevur verið síðani sekstiárini. Stór kyndlagonga, stórt bál og fýrverk, ið ikki hevur sín líka aðrastaðni í Føroyum.
Og dansurin vesturi á Eiðinum, har fleiri bólkar vóru á palli, byrjaði umleið klokkan 2 á nátt, og gekk til tann ljósa morgun.
Her eru nakrar myndir úr Vági frá í gjár, nýggjársaftan.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##




















