Tak yvir høvdið fram um spekulatión

Tað snýr seg um, hvussu skattastruktururin ávirkar okkara atburð á bústaðarmarknaðinum.

Aftursvar til viðmerking hjá Sámal Matras Kristiansen

Um ognarskattur kann vera við til at broyta hetta til frama fyri at økja um tann partin av føroyingum, sum eiga tak yvir høvdið - og kanska enntá til skapa fólkavøkstur, so havi eg ongan trupulleika av orðinum ognarskattur.

 

Aftursvar til viðmerking hjá Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi, á bloggsíðu hansara “Sámal Sunnudag”, hin 28. desember 2025

 

Í viðmerkingini setur Sámal spurnartekin við, um Sjálvstýri, við uppskotum um ognarskatt, er á veg burtur frá sínum søguliga leikluti sum smáborgarligur óðalsflokkur og heldur rørir seg vinstrumegin miðjuna.

 

Til tað vil eg siga, at tað er Sjálvstýri ikki. Sjálvstýri heldur fast við sín søguliga leiklut sum verji av privata ognarskapinum hjá breiðu fjøldini av smáognarum. Við at halda hús nummar eitt uttanfyri ognarskatt og leggja skattin progressivt á hús nummar 2+, verður stig fyri stig arbeitt fyri at loysa bústaðartrupulleikan, styrkja møguleikan hjá vanligum fólki at keypa sítt fyrsta hús og steðga spekulatión við bústøðum.

 

Sjálvstýri og verjan av smáognaranum

 

Lat ongan iva vera um, at Sjálvstýri - enn sum áður - er ein politiskur flokkur, ið verjir ognarskapin hjá júst tí “breiðu fjøldini av smáognarum”, sum Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, orðaði seg í síni viðmerking til lesarabrævið frá floksformanni í Sjálvstýri um ognarskatt á hús nummar tvey.

 

Ognarskattur sum politiskt amboð – ikki á hús nummar eitt

 

Vit eru greið yvir, at ognarskattur er eitt sera kontroversielt hugtak í føroyskum politikki. Sum Sámal Matras Kristiansen so hegnisliga orðar tað, so er Sjálvstýrið søguliga ein óðalsflokkur, ið byggir á at verja privata ognarskapin hjá breiðu fjøldini av smáognarum. Og tað er eisini nettup tí, at ognarskatturin, sum Sjálvstýri nú fer á val við, ikki verður settur á hús nummar eitt. Man kann valla kalla seg smáognara, um ein eigur meira enn eitt hús. Nei, tá telist man ímillum “tey ríkastu”. Tað, at ognarskattur ikki verður settur á hús nummar eitt, ikki bara verjir ognarskapin hjá smáognaranum, men verður eisini við til at gera fyrsta húsakeypið gjørligt hjá mongum, sum í dag ikki fáa húsalán, hóast tey hava eina stabila miðal inntøku. 

 

Stig fyri stig móti einum rættvísari bústaðarmarknaði

 

Stig fyri stig politikkur vil ikki siga, at tað eina stigið ikki kann gerast kollveltandi og avgerandi fyri, um fólk kunnu fáa tak yvir høvdið. Eg síggi onga andsøgn í at vera ein flokkur, ið stig fyri stig arbeiðir fyri einum samfelagi, har øll hava ráð til í minsta lagi tak yvir høvdið, hóast hetta eina stigið er kollveltandi. Tað er jú blivið soleiðis, sum Sámal Petur í Grund, floksformaðurin, sigur í sínum lesarabrævi, at okrarar, altso tey ríkastu og enntá fyritøkur, eru farin at hamstra ognir at reka vinnu við. Hetta hevur ført til ein húsaprís, sum er orsøkin til, at breiða fjøldin ikki longur megnar at keypa sær so mikið, sum eina húsaogn. Tann breiða fjøldin fer við verandi gongd at kallast “leigarar” heldur enn smáognarar. Eg veit, at ognarskattur er eitt sera ringt hugtak at svølgja hjá føroyingum, men um tað kann vera við til at loysa bústaðartrupulleikan, sum vit nú hava rent okkum í, so má tað koma fram um eitt prinsipp um, hvussu ein skattur skal eita.

 

Frá persónsskatti til progressivan ognarskatt

 

Ein prosentpartur av persónsskattinum skal takast av hjá lágløntum og leggjast, sum ein progressivur ognarskattur omaná hús nummar tvey, trý, fýra og so framvegis. Ognarskatturin skal síðani oyramerkjast til batar á bústaðartrupulleikanum.

 

Frá rentustuðli til býlisstuðul

 

Samstundis verður restustuðulin umlagdur til býlisstuðul til tey, sum hava tørv á tí. Endamálið er innlýsandi: vit hava ein búsðatartrupulleika við ov lítlum útboði í mun til eftirspurningin, sum vit í løtuni ikki megna at loysa nóg skjótt. Hetta viðførir ein somikið høgan bústaðarprís, at fólk við púra vanligum inntøkum ikki hava ráð at ogna sær tak yvir høvdið. Vit kunnu ikki loyva eini bústaðarvinnu at virka á ein hátt, sum ger at okkara egnu borgarar mest sum altíð tapa kappingina um húsakeyp og ikki hava ráð at leiga.

 

Ein skeiv sosial skipan

 

Støðan í dag er tann, at leigukostnaðurin er hægri enn miðal kostnaðurin fyri lán. Tí mugu tey, sum ikki hava ráð at keypa hús gjalda meiri um mánaðin enn tey, sum hava ráð at keypa hús. Hesin strukturur fastheldur nøkrum føroyingum í eini støðu, sum forðar teimum í at ogna sær tak yvir høvdið, meðan sami strukturur letur hurðarnar upp fyri, at tey, sum longu eiga og gjalda minni um mánaðin, kunnu ogna sær enn meiri og føra vinnu við fleiri bústøðum.

 

Hetta kann ikki halda fram

 

Støðan á bústaðarmarknaðinum í dag vendir so ómetaliga skeivt sosialt, at sjálvt ein høgravendur politikkari eigur at duga at síggja, at hetta ber ikki til og kann ikki halda fram.

 

 

 

Ánir 1. januar 2026

 

Sylvia Thomsen

Sjálvstýri