Lendisætlan er eitt orð, ið hevur verið nógv brúkt í politiska kjakinum, og alt ov mangan hava vit sæð, at vinna og aðrir áhugapartar renna saman. Til tess at tryggja, at allir áhugapartar virka undir skipaðum viðurskiftum og karmum, er neyðugt við eini lendisætlan. Vit eru vorðin alsamt meira virkisfús, og tørvurin á eini burðardyggari lendisætlan er tískil vaksandi, hetta skrivar Tjóðsavnið.
Náttúrukortlegging kann vera við til at nøkta nakrar av lyklatørvunum í Føroyum. Við henni ber eitt nú til at staðfesta ta bestu búnaðarjørðina og á tann hátt styðja undir betri sjálvbjargni við mati, eins og tilber at eyðmerkja tey serstøku náttúruøkini til tess at verja lívmargfeldið. Harumframt kunnu eisini staðfestast bestu lendini til byggiverkætlanir, soleiðis at tær taka hædd fyri bæði menniskjaligum tørvi og burðardyggari nýtslu av lendi.
Mangan hevur tað elvt til mótstøðu, tá eitt nú kirkjur, tunlar og vindmyllur skulu byggjast. Hetta er harmiligt, tí eingin veruligur vinnari er í einum slíkum stríði. Annaðhvørt verður bygt í serligum náttúruøkjum, tí góðu landbúnaðarjørðini, ella steðga verkætlanir, ið nógv fígging longu er brúkt til.
Somuleiðis er tað mangan komið fyri, at verkætlanir eru nógv seinkaðar vegna vantandi fyrireikingar- og kanningararbeiði av lendinum, og teir meirkostnaðir, ið standast av hesum, enda á skattgjaldarans rokning. Er náttúran kortløgd frammanundan, so er minni vandi fyri at koma í slíkar óhepnar støður. Harumframt lættir tað um fyrisitingina av lendinum, um tað frammanundan er greitt hvar byggjast kann og ikki.
Náttúrukortlegging er púra vanlig í grannalondum okkara. Útlendskir granskarar, ið koma hendan vegin, halda tað vera heilt burturvið, at vit ikki gera hetta í Føroyum. Eitt nú Noreg er ógvuliga frammarliga á hesum øki. Har er náttúrukortlegging lógarkrav, og har ganga vinna og náttúra hond í hond heldur enn at leggja fót fyri hvørjum øðrum.
Tjóðsavnið er longu í ferð við arbeiðið at kortleggja náttúrusløg í Føroyum - serliga í láglendi. Føroyar hava ikki stórt landøki, og tað hevði ikki tikið drúgva tíð - helst bara fá ár - at kortlagt allar Føroyar í náttúrusløg. Stór øki kunnu kortleggjast innan stutta tíð, og at veitt fígging til hetta hevði verið ein skilagóð íløga, sum í longdini hevði havt stórar sparingar við sær vegna greiðari og smidligari fyrisiting av byggisamtyktum og verkætlanum annars.











