Neymar er komin til USA saman við brasilska landsliðnum, men leggskaði forðar honum í at spæla fyrsta HM-dystin móti Marokko. (Mynd: Caean Couto/Ritzau Scanpix)

Neymar missir fyrsta HM-dystin hjá Brasil

Brasil má vera uttan ein av sínum størstu stjørnum, tá liðið byrjar HM-endaspælið í Norðuramerika.

Neymar er komin til USA saman við brasilska landsliðnum, men leggskaði forðar honum í at spæla fyrsta HM-dystin móti Marokko. (Mynd: Caean Couto/Ritzau Scanpix)

34 ára gamli Neymar verður ikki klárur til fyrsta dystin móti Marokko, upplýsir brasilski landsliðsvenjarin Carlo Ancelotti sambært Reuters.

 

Neymar hevur drigist við ein skaða í legginum og arbeiðir framvegis við at koma fyri seg.

 

– Hann arbeiðir hart fyri at koma í form aftur skjótast gjørligt, sigur Ancelotti.

 

Venjarin vónar, at Neymar kann taka lut í fullari venjing longu í komandi viku.

 

Brasil fær eina trupla byrjan upp á HM, tí mótstøðuliðið verður Marokko, sum kom í hálvfinaluna í HM-endaspælinum í 2022. Dysturin verður spældur í nátt føroyska tíð.

 

Neymar, sum spælir fyri Santos í Brasil, hevur spælt 128 landsdystir og skotið 79 mál fyri Brasil.

 

Um hann kemur á vøllin seinni í endaspælinum, verður hetta fjórða HM-endaspælið hjá honum. Tað er samstundis triðju ferð, at hann missir minst ein HM-dyst vegna skaða.

 

Neymar er komin til USA saman við brasilska landsliðnum, men leggskaði forðar honum í at spæla fyrsta HM-dystin móti Marokko. (Mynd: Caean Couto/Ritzau Scanpix)