- Áhugin fyri ársins Norð Festival á Viðareiði hevur verið metstórur, og nú eru færri enn 400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin.
Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin á Viðareiði.
– Vit eru ómetaliga glað og takksom fyri áhugan. Tað hevur verið nógv ferð á søluni, og nú eru bert nøkur hundrað atgongumerki eftir. Heldur sølan fram, sum mangt bendir á, er tað als ikki óhugsandi, at Norð Festival hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir.
D-A-D á odda fyri stórari skrá
Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum.
Stóra høvuðsnavnið er legendariski danski rokkbólkurin D-A-D, sum fer á pall leygarkvøldið. Eisini verða millum onnur Hallur Joensen við bólki, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen, Herborg Torkilsdóttir, Finnur Koba og Páll Oddur Rubeksen og Rani Nolsøe at hoyra.
Men Norð Festivalurin er meira enn tónleikur. Hetta er eisini ein rættiligur familjudagurin, og festivalurin bjóðar ein heilan dag á Viðareiði við barnalandi, kamping, mati og festivalstemningi í serstøku náttúruni har norðuri.
Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum dagin og náttina, og náttarbussur verður eisini suður til Havnar eftir festivalin.
Veðurvánirnar økja um áhugan
Veðrið hevur sjálvsagt nógv at siga, tá ein stórur partur av upplivingini er undir opnum himli, og fyriskipararnir hava eisini lagt merki til, at veðurvánirnar hava sæð hampiliga góðar út upp undir festivalin.
– Tá veðurvánirnar síggja lovandi út, merkist tað ofta beinanvegin á áhuganum. Vit halda heilt avgjørt, at hetta er við til at geva søluni eitt eyka skump nú upp undir vikuskiftið, siga fyriskipararnir.
Veðurforsagnir í Føroyum kunnu sjálvsagt broytast skjótt, men fyrireikingarnar á Viðareiði eru væl ávegis, og fyriskipararnir gleða seg nú til at taka ímóti festivalgestum úr øllum landinum.
Við undir 400 atgongumerkjum eftir er boðskapurin frá fyriskiparunum greiður:
- Ætlar tú tær á Norð Festival í ár, er helst ikki ráðiligt at bíða ov leingi við at tryggja tær atgongumerki.











