NSÍ hevur favorittstøðuna í toppdystinum á eystanstevnu

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-B36

Savnsmynd frá 2025

Klokkan 19 í kvøld vera nógvir áskoðarar kring vøllin við Løkin í Runavík. Tá verður toppuppgerð millum NSÍ og B36, ið hava 26 stig hvør aftaná tey fyrstu 12 umførini. KÍ hevur eisini 26 stig.

 

4. mai vann B36 2-0 á NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn. Tá vóru neyðugu marginalarnir við B36. 

 

B36 hevur tó ikki vunnið ein kappingardyst við Løkin síðani 28. august í 2022. 

 

NSÍ hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 1,67 og 1,85.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 4,20. 

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja eisini millum 3,50 og 4,20.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2025