Nú ber til at sita dóm við fótfjøtri í Føroyum

Frá í dag at rokna kanst tú søkja um at sita dóm við fótfjøtri í Føroyum, eins og tú kanst í Danmark.

Hevur tú fingið fongsulsrevsing í minni enn hálvt ár, nýtist tær sum heild ikki at fara í fongsul. Tú kanst orðna tað heima við einum elektroniskum fótfjøtri sum tí á myndini. (Arkivmynd). - Mynd: Klaus Holsting/Free

Kriminalforsorgin ger nú eina fótfjøtradeild í Føroyum, og tí ber til at sita revsing við fótfjøtri eins og til ber í Danmark.

Tað skrivar Kriminalforsorgin í tíðindaskrivi.

Ina Eliasen, stjóri á Kriminalforsorgini, sigur í tíðindaskrivinum, at "tey fegnast um, at dømd í Føroyum nú fáa møguleika at sita fongsulsrevsing við fótfjøtri eins og tey, sum sita fongsulsrevsing í Danmark".

- Hetta merkir m.a., at trýstið á Arrestina í Føroyum verður minni, tí fleiri fara at sita fongsulsrevsing heima.

- Vit seta eina fótfjøturdeild á stovn í Føroyum, haðani vit skulu umsita skipanina, og vit gleða okkum at fáa fyrstu umsóknirnar, sigur hon.

Fólk, sum eru dømd fongsulsrevsing í upp til hálvt ár, kunnu sleppa at sita dómin heima við elektroniskum fótfjøtri.

Tann dømdi er eisini undir støðugum eftirliti og undir eftirliti hjá rættartænastuni í Føroyum.

Tey, sum sita fongsulsrevsing, mugu sjálv søkja um at sleppa at sita heima við fótfjøtri. Myndugleikarnir meta síðani um, hvørt tú ert egnaður at sita heima.

Í Danmark kanst tú vanliga sleppa at sita fongsulsrevsingina heima, um tú hevur verið dømdur minni enn hálvt ár í fongsul.

Sjálvt um tú situr longri fongsulsrevsing enn seks mánaðir, kanst tú sleppa at sita heima, um tú hevur sitið í minsta lagi ein triðing av revsingini, og um tað ikki eru meira enn átta mánaðir til tú kanst royndarleyslatast. Tað verður nevnt "back door" fótfjøtur.

Í 2023 vórðu sambært Kriminalforsorgini givin umleið 2.200 loyvi til at sita við fótfjøtri sambært vanligu regluni. Harumframt vórðu 300 loyvi givin til at sita eftir regluni um "back door" fótfjøtur.

/ritzau/

 

Hevur tú fingið fongsulsrevsing í minni enn hálvt ár, nýtist tær sum heild ikki at fara í fongsul. Tú kanst orðna tað heima við einum elektroniskum fótfjøtri sum tí á myndini. (Arkivmynd). - Mynd: Klaus Holsting/Free