Nú ber til at søkja stuðul til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.
Føroyar hava saman við Danmark formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum. Í Norðurlendska ráðharraráðnum eru fleiri ráð, og eitt av teimum er ráðið fyri matvørur, fiski- og alivinnu, landbúnaðarvinnu og skógarvinnu, á norðurlendskum er samstarvið stytt FJLS.
Í FJLS-samstarvinum hava Føroyar formansskapin fyri samstarvinum um fiski- og alivinnu og eisini samstarvinum fyri landbúnaðar- og skógarvinnu, meðan Danmark hevur formansskapin fyri samstarvinum um matvørur.
Við føroyska formansskapinum fer havið at fáa stórt fokus. Sum formansland hava Føroyar staðið á odda fyri at orða eina lýsing eftir umsóknum til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av Norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.
Verkætlanirnar skulu vera innan raðfestu økini:
- Samtilvera og havplanlegging
- Vistfrøðiliggrundað havfyrisiting og at uppbyggja fiskastovnar
Endamálið við stuðlinum er, at vit í Føroyum og í Norðurlondum fáa eina grønari, sterkari og mótstøðuførari fiskivinnu og alivinnu. Stuðul verður latin til fyrisitingarliga- ella granskingarverkætlanir, sum byggja upp nýggja vitan, deila vitan ella styrkja netverk.
Freistin at søkja stuðul er 2. oktober í ár. Til ber at fáa umsóknarblað og meiri kunning á heimasíðuni hjá Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum.
Leinki Nordisk Fiskerisamarbejde











