Pernille var toppskjútti tá Storhamar vann seg í hálvfinaluna

Storhamar vann eisini seinni dystin móti Fredrikstad

Verandi norsku steypavinnararnar, Storhamar, ið er liðið hjá landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg hevur vunnið seg í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Storhamar vann eisini seinnu fjórðingsfinaluna móti Fredrikstad. Hesaferð gjørdist talan um 30-28 sigur á útivølli. Í steðginum var Storhamar á odda 19-14. 

 

Storhamar vann fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 31-24 (15-12).

 

Í kvøld var Pernille við seks málum toppskjútti hjá Storhamar. Hon vann eisini liðnum eitt brotskast. 

 

Enn eru ikki allar fjórðingsfinaluuppgerðirnar avgreiddar, so Storhamar má bíða nakrar dagar áðrenn tær kenna navnið á mótstøðuliðnum í hálvfinalunum.