Nú er NSÍ av álvara á FM kós

Kvinnur: Fimmfaldu meistararnir í KÍ taptu í kvøld í Runavík

Tað letur til, at talan verður um nýtt meistaralið í kvinnukappingini. KÍ hevur verið meistari fimm tey seinastu árini, men í kvøld er tað rættiliga sannlíkt, at KÍ ikki verður meistari í 2024.

 

KÍ var í kvøld í Runavík, har NSÍ í góðveðrinum vann 3-1. Tað ber við sær, at NSÍ hevur 43 stig, og KÍ hevur 40 stig. Víkingur, sum í løtuni spælir ímóti HB í Gundadali, hevur 37 stig.

 

Fimm teir síðstu minuttirnar undan steðginum vórðu trý mál skorað.

 

Sólja Erntsdóttir legði KÍ á odda, tá ið hon eftir, fína sending frá Eyðvør Klakstein, sneiddi framvið málverjanum og so setti bóltin í málið.

 

So var tað innanfyri ein minutt, at NSÍ vendi øllum á høvdið. Fyrst var tað verjuspælarin Mirjam Huneck, sum eftir horna úr vinstru skoraði, og so var tað Julian Naomi Mortensen, sum við brotssparki setti bóltin í málið.

 

Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men tað kendist sum um, at KÍ ikki hevði breiddina og styrkina at fáa bilbukt við óføra heimaliðið. Og so var tað, tá ið ein tími var farin, at toppskjúttin Heidi Sevdal eitt sindur úr vinstru setti bóltin í handara síðunetið.

 

Stórur fagnaður í NSÍ leguni, og tað er ikki sørt, at tað er gulldeymur. Hugaligt hjá NSÍ sum ongantíð hevur vunnið FM.

 

##med2##